Fráfaringarløta fyri Magnus Magnussen í Býráðshølinum tann 23. november 2018

Tann 23. november hevði Klaksvíkar Kommuna fráfaringarløtu fyri Magnus Magnussen lækna.

Nógv fólk vóru samankomu fyri at takka Magnusi fyri 23 árini, hann hevur verið virkandi kommunulækni í Klaksvík.

Fleiri talur vóru, John Færø, Jógvan Skorheim, Egil á Bø, Elin Matras, Kári Kjelnæs, Begga Ellingsgaard og Jógvan við Keldu hildu øll góðar talur og reyði tráðurin fyri allar talurnar vóru, at Magnus hevur verið ein sera góðir og avhildin lækni fyri allar borgarnar í Norðoya læknadømi.

Hann hevur ikki altíð havt tað lætt, har umstøðurnar ikki hava verið tær allerbestu, men tað er tíbetur blivi betri við árinum, har Magnus og Jaspur kommunulæknar hava havt sín stóra leiklut í tí og høvdu teir báðir eisini stóran leiklut í projekteringini og innrættingini av Læknamiðstøðini á Sandinum.

Ein av røðarnum kallaði Magnus fyri Kong og lat tað vera síðstu orðini og takk fyri tíðina sum lækni hjá mær eisini.

Her myndir frá fráfaringarløtuni, sjá herundir:

SáH

 

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *

© 2024 Myndaportal.fo - WordPress Theme by WPEnjoy
Social media & sharing icons powered by UltimatelySocial
Instagram