KÍ vann 2-1 á Skála
KÍ vann seinasta venjingardystin áðrenn landskappingin byrjar næsta sunnudag. Hetta var á heimavøllið ímóti Skála.
Dysturin var ikki væl spældur og átti liðini hvør sín hálvleik. KÍ var á odda 2-0 í hálvleikinum, bæði málini komu
eftir hornaspark og báðu ferðir setti Deni Pavlovic bóltin í málið. Í seinna hálvleiki var Skála betur og tá ið nakrir
minuttir vóru eftir fingu teir hol á til 2-1 og tað gjørdist eisini endaliga úrslitið.
Næsta sunnudag skal KÍ leika ímóti HB í Gundadali og tá byrjar Betri landskappingin.