Týskvøldið tann 19. desember kom jólaskipið til Klaksvíkar. Hópin av fólki vóru og tóku ímóti jólamonnum og frættist, at hetta var rekord, ongantíð hava so nógv tikið ímóti jólaskipinum sum í ár. Jólamennirnir vóru garvvillur við sangi saman við Danny the Veetos.
Ársins rósa fekk Klaksvíkar Hornorkestur og tað hevði KH sanniliga uppiborið.