MK: Mjølnir tapti 3-1 á SÍ í Badmintonhøllini tann 31.10.2018

Mikukvøldið fekk Mjølnir vitjan av SÍ og eftir eina góða byrjan, har Mjølnir vann sikkurt fyrsta settið 25-16, byrjaði Mjølnir at gera hópin av feilum, eitt nú  vóru servirnar sera vánaliga, har fleiri endaðu í netinum ella uttanfyri, hevarnir høvdu heldur ikki ein av teirra góðum døgum, har fleiri bóltar fóru til spillist og tað førdi við sær, at spæli ikki hekk ordiliga saman.

Hjá SÍ gekk munandi betur og tað sum Mjølnir gjørdi skeivt mikukvøldið, gjørdu SÍ kvinnurnar rætt og tær vunnu dystin uppiborið 3-1. Settmunurin var hesin, 25-16, 13-25, 19-25 og 19-25, sostatt vann SÍ dystin 3-1.

Mjølnir liggur næstniðast og SÍ liggur næstovast eftir seinasta umfarð. Næsti dystur verður tann 17. november og tá kemur oddaliðið Fleyr norður at vitja og verður dysturin í Badmintonhøllini og byrjar dysturin kl. 15:30.

Góða eydnu Mjølnir

SáH

Her myndir av dystinum, klikk á myndina:

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *

© 2024 Myndaportal.fo - WordPress Theme by WPEnjoy
Social media & sharing icons powered by UltimatelySocial
Instagram