Í aller fagrasta veðrið bleiv Bassa føðingardagurin hildin niðanfyri skýlið ígjár.
Nógv fólk vóru komin saman og fingu vit eina sera góða løtu saman, har Angelika og Hannibal undirhildu og tey fingu ordiliga lív og spenning í børnini, har tey leiktu fleiri leikir við børnini.
Aftaná fingu børnini autograftar frá KÍ leikarum og so sloppu børnini at royna at fáa mál ímóti Meinhardi Joensen og tað eydnaðist hjá fleiri at fáa bóltin í málið.
Her nakrar myndir frá føðingardegnum, klikk á myndina:
SáH